Innanlands

12 vórðu staðfest smittað í gjár

Nú eru 103 fólk smittað tilsamans í Føroyum – ein persónur innlagdur á sjúkrahúsi

2021-07-12 15:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

12 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Ein persónur var kannaður positivur við komu til Føroya, og ein við 4. dagskannineg eftir komu. Í átta førum er smittukeldan kend og í tveimum førum er hon ókend.

2.680 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 331.636 kanningar.

Síðan í gjár eru trý fólk staðfest frísk aftur, so nú er talið av smittaðum við covid-19 komið upp á 103, og nú er eisini ein persónur innlagdur á sjúkrahúsi, vísa tølini. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder