Innanlands

12 føroyingar afturat fingið staðfest covid-19

Tilsamans 92 koronatilburðir eru nú staðfestir í Føroyum

2020-03-21 08:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru nú í alt 92 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 1942 kanningarúrslit.

Hetta upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk, skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðuni.

Sostatt eru 12 løgd afturat síðani í gjár. 301 vóru kannað í gjár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder