Innanlands

Nakað yvir 1.000 leysar sambandsatkvøður í Eysturoynni

Magnus Rasmussen fekk næstflestar atkvøður av øllum hjá flokkinum á seinasta løgtingsvali - 712. Jaspur Langgaard og Edva Jacobsen stilla heldur ikki upp aftur. Tey fingu yvir 200 atkvøður hvør í 2022, og Samhald skal finna nýggj valevni

Magnus Rasmussem fekk heilar 712 atkvøður til seinasta val. Bert formaðurin, Bárður á Steig Nielsen, fekk fleiri hjá flokkinum, og samanlagt høvdu bert sjey valevni fleiri atkvøður - nú er bert Helgi Abrahamsen eftir, av teimum sum vóru uppstillaði í Eysturoynni og fingu nógvar atkvøður

Magnus Rasmussem fekk heilar 712 atkvøður til seinasta val. Bert formaðurin, Bárður á Steig Nielsen, fekk fleiri hjá flokkinum, og samanlagt høvdu bert sjey valevni fleiri atkvøður - nú er bert Helgi Abrahamsen eftir, av teimum sum vóru uppstillaði í Eysturoynni og fingu nógvar atkvøður

2026-02-19 08:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrst fór Edva Jacobsen úr flokkinum - hetta vegna fosturtøkumálið - í januar boðaði Jaspur Langgaard frá, at hann gevst í politikki, og í gjár gjørdist tað alment, at Magnus Rasmussen ikki stillar uppaftur.

Les eisini: Magnus Rasmussen gevst í politikki

Hetta merkir, at í øllum trý av teimum, sum vóru í topp-tíggju yvir atkvøður hjá Sambandsflokkinum í 2022, ikki stilla upp aftur til valið seinni í ár.

Samanlagt gevur hetta væl yvir túsund atkvøður: 1.169.

Magnus Rasmussen úr Lamba fekk heilar 712 atkvøður til seinasta val. Bert formaðurin, Bárður á Steig Nielsen, fekk fleiri hjá flokkinum, og samanlagt høvdu bert sjey valevni fleiri atkvøður. 

Jaspur Langgard av Nesi hevur verið á tingi fleiri ferðir í skeiðnum sum eykamaður. Edva Jacobsen hevur áður sitið á tingið fyri flokkin, og fær fitti av atkvøðum úr millum annað heimbygdini Fuglafirði.

Sí úrslitini her

Fleiri nýggj valevni skulu finnast í Eysturoynni

Tey trý nevndu valevnini eru øll eysturoyingar. Hetta merkir, at Samhald skal finna fleiri skikkaðar avloysar til Sambandslistan - Samhald er valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni.

Løgtingsvalið verður einaferð seinni í ár - møguliga ikki so langt út á árið, og onkrir uppstillingsfundir hava verið hjá summum av politisku flokkunum.

Hjá Samhaldi kann ein stúran verða, at sterk valevni hjá øðrum flokkum, sum á ymsan hátt hava líknandi virði sum í Sambandsflokkinum, kunnu fara avstað við "leysu atkvøðunum". Tá tær tátta í 1.200 í tali, umframt tað leysa, er í øllum førum nógv "at taka av".

Í løtuni er Helgi Abrahamsen greitt tað sterkasta kortið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni til næsta val - hann er tann einasti hiðani, sum í løtuni er í tingbólkinum.

Sí eisini: Video: - Tað verður eingin føroyskur statur í danska ríkinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder