Innanlands

112 fráboðanir um arbeiðsóhapp higartil í ár

Fyri menn eru flest arbeiðsóhapp fráboðað í vinnugreinini fiskiídnaður á landi og fyri kvinnur eru flest arbeiðsóhapp í vinnugreinini heilsa og røkt

Tilvildarlig savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Tilvildarlig savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-17 16:54 Author image
Tíðindaskriv

Higartil í ár hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið móttikið íalt 112 fráboðanir um arbeiðsóhapp.

Hagtølini vísa, at fyri menn eru flest arbeiðsóhapp fráboðað í vinnugreinini fiskiídnaður á landi, meðan tað fyri kvinnur eru fráboðað flest arbeiðsóhapp í vinnugreinini heilsa og røkt.

Sama tíðarskeið í 2018 hevði Arbeiðs- og brunaeftirlitið móttikið 90 fráboðanir um arbeiðsóhapp. Samanborið við fyrsta hálvár í 2018 er talan um eina øking á 24%.

Í vinnugreinunum landbúnaður, vinnukaving og skúlar og ansingarstovnar eru eingi arbeiðsóhapp fráboðað.

placeholder
placeholder