Uttanlands

111 ára gamal breti elsti núlivandi maður

John Alfred Tinniswood, sum varð føddur í Liverpool 26. august 1912, er nú elsti maður í heiminum, eftir at Juan Vicente Perez Mora úr Venesuela andaðist 2. apríl

(Mynd: Guinness World Records)

(Mynd: Guinness World Records)

2024-04-08 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

111 ára gamli bretin John Alfred Tinniswood er nú elsti núlivandi maður í heiminum.

Tað boðar Guinness World Records frá sambært CNN.

John Alfred Tinniswood hevur yvirtikið heitið frá Juan Vicente Perez Mora úr Venesuela, sum andaðist 2. apríl, 114 ára gamal.

Tinniswood, sum er 111 ár og 226 dagar gamal, hevur verið elsti maður í Stórabretlandi síðan 25. september 2020. Hann var føddur í Liverpool 26. august 1912, sama ár, sum Titanic sakk, og hevur hann sostatt upplivað tveir heimsbardagar, og tvær stórar farsóttir, og so er hann eisini elsti mannligi krígsveteranurin, sum tænti undir seinna heimsbardaga.

– Annaðhvørt livir tú leingi ella ikki, og tú kann ikki gera nógv við tað, sigur heimsins elsti núlivandi maður í samrøðu við Guinness.

Tinniswood greiðir frá, at hann hevur verið heppin at fáa eitt so langt lív, og mælir hann til at gera alt við máta.

– Drekkur tú ov nógv, ella etur tú ov nógv, ella gongur tú ov nógv, gert tú ov nógv av nøkrum, fert tú at bøta fyri tað fyrr ella seinni, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder