Uttanlands

10.000 flýggja undan náttúrueldum í Fraklandi

Kring Bordeaux í Vesturfraklandi herja fleiri skógareldar í løtuni. Tvey sløkkiliðsfólk lótu í gjár lív í royndini at basa einum eldi nærhendis flogvøllinum í býnum

Myndin er frá býnum Le Porge beint vestan fyri Bordeaux (Mynd: Romain Perrocheau/AFP/Ritzau Scanpix)

Myndin er frá býnum Le Porge beint vestan fyri Bordeaux (Mynd: Romain Perrocheau/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-23 09:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Náttúru- og skógareldarnir halda fram við at spjaða seg sunnarlaga í Fraklandi. Í nátt eru yvir 10.000 borgarar fluttir úr heimum teirra í útsynningspartinum av landinum.

Fleiri teirra eru ferðafólk, skrivar Reuters.

Eldarnir hava breitt seg yvir 2.000 hektarar vestan fyri býin Bordeaux. 500 sløkkiliðsfólk eru send út í royndini at basa eldinum.

Eitt stað har eldur herjar er nærhendis Archachon víkini vestan fyri Bordeaux, sum er eittt nógv vitjað ferðamál har nógv vælvitjað kampingpláss eru, skrivar DR.

Í gjár doyðu tvey sløkkiliðsfólk í arbeiðinum við at sløkka ein eldsbruna nærhendis floghavnini í Bordeaux.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder