Innanlands

100 ár síðan fólk settust niður í Vatnsoyrum

Dagurin verður hildin við hátíðarhaldi leygardagin

(Myndaeigari: Heðin Poulsen)

(Myndaeigari: Heðin Poulsen)

2021-10-21 07:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í 1913 søktu fimm mans í Vágum um traðir av kongsjørðini á Norðara Leiti í Miðvági. Teir vóru: Martin Nielsen (Stóri Martin), Martin Jacobsen (Lítli Martin), Dánjal Poulsen (Suðuroyar Dánjal), Sørin Nielsen og Mikkjal Joensen.

Stóri Martin, bygdi eitt lítið fjós umleið 1918, við rúmi, sum hann húsaðist í, tá hann var har. Hann hevði tá neyt í Vatnsoyrum.

Í 1921 avgjørdi hann at flyta oman at búgva og búði við húski sínum í einum parti av fjósinum. Hetta er fyrsta húski, ið setist á staðnum. Dagurin var 20. oktober 1921.

Í samband við 100 ára dagin, hevur Vága kommuna skipað eitt miðstaðarøki í Vatnsoyrum, har borgarar kunnu koma saman um ymisk tiltøk í bygdini. Og leygardagin 23. oktober, verður hátíðarhald í bygdini í samband við 100 ára dagin, tá miðstaðarøkið somuleiðis alment verður tikið í nýtslu.

Tiltakið byrjar klokkan 14 við at Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin og heldur eina røðu. Síðan avhendar hann miðstaðarøkið til bygdafólkið og Kirstin Poulsen úr Vatnsoyrum avdúkar minnismerkið.

Víðari skráin fyri dagin er henda:

Kl. 14.15 Fjósið – fyrsta húsið í Vatnsoyrum – er opið við myndaframsýning
Kl. 14.45 Borgarstjórin bjóðar vælkomin á Zarepta har kommunan bjóðar kaffi og kakur
Kl. 14.50 Vágakórið syngur
Kl. 15.30 Í salinum greiðir Karl Jóhan Nielsen frá um Vatnsoyrar og Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, hugleiðir um Vatnsoyrar sum niðurseturbygd
Kl. 16.00 Bókaframløga um Vatnsoyrar – Dánjal Poulsen leggur fram um ætlaðu bókina um Vatnsoyrar
Kl. 17.00 Tiltakið endar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder