Fyrrapartin varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Spf. Lund, sum er felag hjá Jaspuri Langgaard á Nesi og Álvi Højgaard í Saltnesi.
Nes kommuna hevur bjóðað út jørð, áleið 1.900 fermetrar, á Lýðarsvegi. Tá ið freistin at bjóða var farin 5. juni var eitt boð innkomið.
Á býráðsfundi 22. juni varð samtykt, eftir tilmæli frá teknisku nevnd, at taka av innkomna tilboðnum frá Jaspuri Langgaard og Álvi Højgaard, sum ætla at byggja 10 íbúðir.
Ætlanin er at byggja trý hús. Tvey hús við trimum íbúðum og eitt hús við fýra íbúðum. Sniðið verður við íblástri frá siðbundu føroysku húsunum, og Norðsetur fer at standa fyri sjálvari byggingini.
Nú sáttmálin er undirskrivaður við Nes kommunu, fer Spf. Lund í næstum undir at gera lendið byggibúgvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald