Uttanlands

10 dripin av bilbumbu í Filipsoyggjunum

Yvirgangsfelagsskapur stóð aftanfyri álopið

Uppreistrarfólk hjá Abu Sayyaf

Uppreistrarfólk hjá Abu Sayyaf

2018-07-31 17:01 Author image
Ari av Rana

Ein bilbumba kravdi í dag í minta lagið 10 mannalív á Filipsoyggjunum fyrr í dag. Stríðshugað fólk frá yvirgangsfelagsskapinum Abu Sayyaf sprongdu eina bilbumbu við eitt hernaðar eftirlitsstað í býnum Lamitan har suðuri í landinum.

Guvernørurin í økinum, Jim Salliman, segði, at í minsta lagið fimm onnur vórðu løstaði í álopinum. Salliman segði eisini, at herurin hevði fortalt honum, at tað var Abu Sayyaf, sum stóð aftanfyri álopið.

Mindanao, sum er tann syðsta av teimum stóru oyggjunum, er heimstaður fyri fleiri islamistiskar uppreistrarbólkar, eitt nú Abu Sayyaf, sum fleiri ferðir hevur verið ákært fyri at hava lopið á sivilfólk og eindir hjá myndugleikunum, skrivar CNN. Abu Sayyaf hevur eisini fingið skyldina fyri at hava kidnappa útlendingar.

placeholder
placeholder