Uttanlands

1 árs gamalt barn funnið lívleyst í Svøríki

Tveir persónar eru handtiknir

Løgreglustøðin í Umeå (Mynd: Aftonbladet.se)

Løgreglustøðin í Umeå (Mynd: Aftonbladet.se)

2018-08-13 12:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eitt 1 árs gamalt barn var í gjár funnið deytt í Umeå í Svøríki. Løgreglan hevur handtikið tveir persónar, sum eru undir illgruna í málinum.

- Eitt forhoyr er planlagt til seinnapartin í dag, sigur Per Nyberg, sakførari hjá einum av teimum báðum persónunum, sum eru undir illgruna.

Umstøður gera, at løgreglan enn ikki kann úttala seg um, um nakað brotsverk er farið fram, skrivar Aftonbladet.

- Vit fara at kanna umstøðurnar. Í løtuni fái eg ikki sagt nakað meira, sigur umboðsfólk fyri svensku løgregluna.

Teir báðir persónarnir, sum eru undir illgruna í sakini, vórðu handtiknir í gjárkvøldið um 22 tíðina lokala tíð. Løgreglan sigur, at persónarnir hava tilknýtið til barnið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder