Innanlands

0,4 av teimum kannaðu vóru positiv

2.210 koronukanningar vórðu gjørdar í gjár, har níggju nýggir tilburðir vórðu staðfestir. Eingin er innlagdur í Føroyum í samband við koronusmittu

Ikki so nógvir tilburðir í mun til tal av kanningum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Ikki so nógvir tilburðir í mun til tal av kanningum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-07-16 13:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Níggju koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Harav var tað bert óvissa um, hvar tann eini persónurin hevði fingið smittuna. Í løtuni hava 133 fólk koronusmittuna í Føroyum - eingin er innlagdur, sambært tølunum.

Les eisini: Níggju tilburðir staðfestir í gjár

Seinastu dagarnar hevur talið av kanningum ikki verið kunngjørt saman við tølunum av smittutilburðum og talið av smittaðum í løtuni. Fleiri tøl kunnu tó síggjast undir hagtøl á corona.fo og á portal.fo/korona

Har sæst millum annað, at 2.210 kanningar vórðu gjørdar í gjár, hósdagin 15.07. Hetta merkir, at positivprosentið var 0,4 - níggju útav 2.210.

Til samanberingar var positivprosentið í Danmark hósdagin eitt prosent hægri - 1,4 - og tað verður mett at vera eitt høgt tal. Um 29 fólk høvdu verið staðfest smittaði í hesum 2.210 kanningunum í gjár, so hevði talið komið beint uppum 1,3 - 31 smittaði hevði givið eitt positivprosent á 1,4.

Positivprosentið í Føroyum hevur seinastu fýra dagarnar verið væl lægri enn beint áðrenn, beint eftir, og í vikuskiftinum. Mikudagin 14.07 var tað niðri á 0,28.

Heili 341.790 koronu kanningar eru gjørdar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder