Uttanlands

– Vit vilja ikki vera amerikanarar

Teir fimm flokkarnar í grønlendska tinginum hava sent út felags fráboðan

Grønlendska flaggið (Savnsmynd)

Grønlendska flaggið (Savnsmynd)

2026-01-10 14:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Vit vilja ikki vera amerikanarar, vit vilja ikki vera danir, vit vilja vera grønlendingar.

Soleiðis siga teir fimm flokkarnar í grønlendska tinginum, Inatsisartut í felags fráboðan, sum teir sendu út í gjár.

Har gera flokkarnir greitt, at einki ynski er um at gerast partur av USA, og heittu teir á USA um at gevast við "vanvirðingini av teirra landi".

Fráboðanin kemur, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump fleiri ferðir seinastu dagarnar hevur endurtikið ynskið um at yvirtaka Grønland.

– Vit standa saman um rættin til okkara land í allari framtíðini, skriva teir fimm flokkarnar at enda sambært Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder