Innanlands

– Vit mugu ansa eftir pengunum hjá skattgjaldaranum

Hjálparpakkarnir kosta pengar, og tað er ikki skattgjaldarin, sum skal gjalda hesa rokningina, heldur Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Benta Løwe (Mynd: Jens Kr. Vang)

Benta Løwe (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-13 17:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógvar óvæntaðar útreiðslur eru í løtuni orsakað av koronastøðuni. Hjálparpakkar eru neyðugir, men hjálparpakkarnir kosta eisini pengar, og tað er ikki skattgjaldarin, sum skal gjalda hesa rokningina, heldur Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.

– Á sama hátt, sum vit saman taka ábyrgd av kreppuni, á sama hátt mugu vit eisini taka ábyrgd av rokningini, tí tað kemur ikki uppá tal, at skattagjaldarin skal rinda meira, enn hann longu ger, fyri at fíggja truplu samfelagsstøðuna, sigur hon í viðmerking.

Einasta rætta er, at politiska skipanin beinavegin fær greiðu á, hvar peningurin skal koma til at rinda rokningina, heldur hon.

– Rokningin má ikki sendast til skattagjaldaran, sum í nógvum førum eisini er raktur av koronastøðuni, og harvið hevur mist inntøkur. Vinnan skal hava tað gott, og skattagjaldarin skal hava tað gott.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder