- Eg haldi kanska, at vit hava verið eitt sindur friðarlig í eina tíð. Eg dugi ikki at hefta hetta úrslitið uppá nakað ávist hjá okkum í Framsókn. Tann síðsta veljarakanningin hjá tykkum, fyri nøkrum mánaðum síðani, var serliga góð. Eg...eg. Ja,ja: Hetta gevur høvi til rannsakan
Tað var ein heldur bilsin Ruth Vang, sum FM1 og Portalurin fingu orðið á, stutt eftir at okkara nýggjasta veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi í vikuni, var almannakunngjørd á middegi í gjár
Hon gav serliga Javnaðarflokkinum og Framsókn ein frammaná. Í mun til valið í 2022 missa hesir samgonguflokkarnar ávikavist fimm og tvey tingfólk, sum er meira enn helmingurin hjá Javnaðarflokkinum og tveir triðingar hjá Framsókn.
Les meira: 22-11 til andstøðuna: Javnaðarflokkurin og Framsókn bløða
Sí eisini: Aksel V. Johannesen: - Høgrarákið er kanska ein avbjóðing fyri okkum sum flokk
Sum forkvinnan í Framsókn vísir á, var veljarakanningin hjá flokkinum 3. november góð - betri enn tær undanfarnu. Tá var flokkurin komin uppá trý tingfólk og 7.5 prosent. Tað er neyvt tað sama sum til søguliga góða valið í 2022
![]()
Ein eisini bilsin, men tá fegin, Ruth Vang á valkvøldinum 8. desember 2022. Framsókn fekk á fyrsti sinni tríggjar tinglimir. Persónliga fekk forkvinnan beint undir 1.000 atkvøður (Mynd: Jens Kr. Vang)
Og tað er serliga talið eitt, sum rakar hjá Ruth Vang: Síðani stovnina í 2011 hevur flokkurin havt í minsta lagi tvey tingfólk í hvørjari setu.
- Tað er eitt ella annað sinnisligt í, at man fer niður á eitt mandat. Tað er øðiliga lítið, og vit skulu til arbeiðis. Hetta er sjálvandi ein veljarakanning - ein løtumynd - men sjálvandi ávirkast man av veljarakanning og aftur: Tað gevur høvi til rannsakan.
Forkvinnan og landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum ætlar sær tó ikki at leypa fram av. Hon staðfestir, at Framsókn "ongantíð hevur verið ein populistiskur flokkur við at loyva í eyst og vest" - og tað fara tey heldur ikki at gera nú.
- Hinvegin skulu vit kanska vera minni kúrr - millum annað í málinum um Suðuroyartunnlinum - og meira sjónlig sum heild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald