Uttanlands

- Vit eru opin fyri at tosa við USA

Hetta segði forsetin í Iran í gjár. Kravið er tó, at USA slakar við revsitiltøkunum. Hetta vil USA ikki í løtuni

Uttanríkisráðharrin í Iran, Javad Zarif, kom í gjár til USA í samband við ST-virksemi - Mynd: EPA

Uttanríkisráðharrin í Iran, Javad Zarif, kom í gjár til USA í samband við ST-virksemi - Mynd: EPA

2019-07-15 09:47 Author image
Agnar Prestá

Hassan Rouhani hevði í gjár eina røðu fyri tjóðini. Iranski forsetin tosaði í sjónvarpinum millum annað um, at landið vil fara í dialog við USA. Tað er tó við teirri treyt, at USA slakar uppá revsitiltøkini ímóti Iran, ið Donald Trump setti í verk í fjør. Iran vil eisini hava, at USA kemur við aftur í kjarorkuavtaluna frá 2015.

Iran koyrdi fyri viku sína sína urangoymslu uppum markið, ið varð sett í avtaluni millum Iran, USA og ES fyri fýra árum síðani. Hetta var sum svar uppá, at USA hevur brotið avtaluna og sett tiltøk í verk ímóti Iran. Nú mæla ES-londini til, at tað verður komið aftur til samráðingarboðini.

Uttanríkisráðharrin hjá USA tykist tó ikki hava so nógvan áhuga í hesum. Mike Pompeo sigur við Washington Post, at avtalan, ið verandi stjórn í USA arvaði, ikki var til gagns fyri landið. USA hevur júst givið iranska uttanríkisráðharranum Javad Zarif innfaringarloyvi í samband við ST-fund. Zarif og hansara fylgji sleppa tó ikki at flyta seg nógv í Washington, og Pompeo sigur, at stýrið í Iran ikki ger nógv gott fyri fólki í landinum.

USA vil tó tosa við Iran, men ynskir ikki at taka revsitiltøkini, ið serliga snúgva seg um olju, burtur. 

placeholder
placeholder