Uttanlands

- Vilja tit ikki hava múrin, so lata vit bara ikki upp

Tað almenna letur ikki upp aftur, fyrr enn demokratarnir eru sinnaðir at fíggja múrin millum USA og Meksiko, sigur Trump

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-12-26 15:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 5 dagar síðani, at ein stórur partur av almenna geiranum lat aftur, og sambært amerikanska forsetanum, Donald Trump, fer hann at vera verandi afturlatin, til demokratarnir eru sinnaðir at góðtaka eina fíggjarlóg, sum fíggjar múrin millum USA og Meksiko.

"Eg dugi ikki at siga, nær tað almenna letur upp aftur. Men eg kann siga so mikið sum, at tað verður ikki, fyrr enn vit hava fingið ein múr ella eitt hegn, ella hvat tey so velja at kalla tað. Eg vil kalla tað hvat enn tey vilja hava meg at kalla tað, so leingi sum talan er um tað sama," sigur Trump.

Donald Trump krevur 5 mia. dollarar, ið svarar til uml. 33 mia. krónur, til at fíggja múrin.

"Vilja tit ikki hava múrin, so lata vit bara ikki upp," sigur Donald Trump, sambært DR.

Hetta er triðju ferð í ár, at almenni geirin verður latin aftur, og hetta merkir, at fleiri hundrað túsund almenn starvsfólk ikki kunnu fáa løn útgoldna, og at túsundatals fólk noyðast at arbeiða uttan løn.

Í dagføring á Twitter jólaaftan skrivaði Trump, at hann bíðar einsamallur í Hvítu Húsunum eftir, at demokratarnir skulu koma aftur at gera eina semju um múrin.

Á heimasíðuni GoFundMe hevur átakið "We The People Will Fund The Wall", sum byrjaði 16. desember, savnað inn 17,1 mió. dollarar higartil. Fleiri enn 280.000 fólk hava latið fíggjarligan stuðul.

Les eisini: Savna inn til múr gjøgnum crowdfunding

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder