Innanlands

– Verið varin tá vitlíki verður nýtt í arbeiðshøpi

Dátueftirlitið hevur fingið eina fráboðan frá einum almennum stovni um trygdarbrot í sambandi við brúk av vitlíki

2025-06-21 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dátueftirlitið heitir á fyritøkur og stovnar um at vera varðin, tá vitlíki verður nýtt í arbeiðshøpi.

Orsøkin er, at Dátueftirlitið hevur fingið eina fráboðan frá einum almennum stovni um trygdarbrot í sambandi við brúk av vitlíki.

Talan var um, at eitt starvsfólk sendi eitt skjal við persónupplýsingum til ChatGPT og bað ChatGPT um at umseta skjalið til eitt annað mál, og tað er sum meginregla Ikki í trá við reglurnar í dátuverndarlógini at brúka ChatGPT og líknandi at viðgera persónsupplýsingar, sigur Dátueftirlitið.

– Hóast vitlíki kann vera eitt hent amboð, so skal fyrivarni altíð takast fyri, at tað kann vera lætt at víðarigeva persónupplýsingar óheimilað, skrivar Dátueftirlitið í fráboðan.

– Tað er sum meginregla ikki í trá við reglurnar í dátuverndarlógini at brúka ChatGPT o.l. at viðgera persónupplýsingar. Hetta kemst av, at tað er ofta ógreitt, hvussu persónupplýsingarnar verða viðgjørdar, hvar tær verða goymdar og hvønn váða hetta hevur fyri tey skrásettu.

Tað er tí trupult ella ógjørligt, hjá dátuábyrgdaranum at halda m.a. kunningarskylduna, at tryggja at upplýsingarnar verða viðgjørdar lógliga, rímuliga og á ein gjøgnumskygdan hátt og eisini tryggja, at upplýsingarnar bert verða viðgjørdar til eitt nágreiniliga tilskila endamál. Harumframt er tað trupult ella ógjørligt at áseta strikingarfreistir og at tryggja sær, at tær verða hildnar.

Dátueftirlitið mælir til, at fyritøkur og stovnar gera innanhýsis mannagongdir viðvíkjandi brúk av vitlíki sum t.d. ChatGPT.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder