USA hevur brotið vápnahvíldina við at leypa á eitt iranskt skip nær við Hormuzsundið, og Iran fer at koma við einum aftursvari, sigur talsfólk hjá iranska herinum.
Talan var um Touska, eitt farmaskip, sum var ávegis til Iran úr Kina, og sum sigldi undir iranskum flaggi. Skipið var ávegis til Bandar Abbas í Iran, sigur amerikanski herurin.
Les eisini: Trump: - Vit hava lopið á og tikið eitt iranskt farmaskip
Í seks tímar sendi USA út ávaringar, áðrenn amerikanski herurin at enda gav boð um, at øll skuldu flytast úr maskinrúminum á skipinum. Hareftir leyp USA á maskinrúmið, og herfólk tóku skipið, skrivar Ritzau.
Iranskar herdeildir hava sambært iransku tíðindastovuni Tasnim lopið á amerikonsk herskip við dronum.
Herfyri samdust USA og Iran um at hava vápnahvíld í tvær vikur. Vápnahvíldin stendur til at fara úr gildi náttina til mikudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald