Innanlands

– Umráðandi at fult fokus er á journalistikkin

Vit vilja gera okkara til at fáa eina skipan, har góður journalistikkur fær hægstu raðfesting, sigur felagið Føroysk Miðlafólk, sum rættir hondina út til landsstýrismannin í mentamálum, sum ynskir at broyta miðlastuðulin

Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk (Savnsmynd)

Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk (Savnsmynd)

2021-03-22 16:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 20. mars hevði Føroysk Miðlafólk, fakfelagið fyri miðlafólk í Føroyum aðalfund, har lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum í mentamálum varð umrøtt.

Føroysk Miðlafólk heldur, at ynskir politiska skipanin góðan journalistikk í einum fjølbroyttum miðlalandslagi, má ambitiónin røkka hægri enn tvær milliónir krónur í almennum stuðli, sum stuðulsupphæddin er í dag.

Føroysk Miðlafólk vísir í skrivi til miðlarnar á, at tað at býta stuðulin út til ítøkiligar verkætlanir gevur Miðlastuðulsnevndini eina stóra uppgávu at loysa.

– Eftir leistinum verður tað eitt redaktionelt, journalistiskt val, ið liggur aftanfyri hvørja einstaka umsókn um miðlastuðul. Og tað redaktionella, journalistiska valið skal so vigast av Miðlastuðulsnevndini. Við hesum leisti er sera umráðandi, at fult fokus er á journalistikkin.

Felagið heldur, at journalistiska umboðanin í Miðlastuðulsnevndini má styrkjast. Meira journalistiskur førleiki má í nevndina.

Í dag er tað soleiðis, at Fróðskaparsetrið velir eitt umboð, Føroysk Miðlafólk velja eitt umboð, og Búskapar- & Løgfrøðingafelagið velir eitt umboð, sum eisini skal vera formaður í Miðlastuðulsnevndini.

Lógaruppskotið leggur upp til, at treytirnar fyri at fáa stuðul skulu ásetast í kunngerð. Reyði tráðurin í hesi kunngerð má vera góður journalistikkur, heldur Føroysk Miðlafólk.

– Føroysk Miðlafólk vilja við hesum rætta hondina út til landsstýrismannin, soleiðis at vit kunnu geva honum okkara íkast til at broytta miðlastuðulsskipanin verður so góð sum tilber fyri journalistikkin í Føroyum.

Les eisini: Jón Brian Hvidtfeldt fer undir sætta árið í formanssessinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder