Mentan

- Tú ert ein veldig kona

Fjarritarin Meiken Johansen í Norðdepli syrgdi fyri, at maðurin Magnus vann 150.000 krónur

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

2023-11-24 20:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Frøi í Norðdepli í kvøld. 150.000 krónur fóru til Magnus Johansen, sum kom í gjøgnum við fullari plátu í Gekkinum. Fjarritari var kona hansara, Meiken Johansen.

Stóra gekkaupphæddin var 1,9 milliónir krónur, og Magnus valdi at deila upphæddina í trý, so 650.000 krónur vóru í hvørjum leypi.

Men tað var skjótt avgreidd. Í fyrsta snari lendi hann á 50.000 krónum, sum í fyrsta snari bleiv faldað við trý.

- Eg má spyrja mannin, ljóðaði frá fjarritaranum Meiken í fyrsta umfari.

- Hann sigur steðga, vóru næstu boðini, og frøi var í Norðdepli.

- Tú ert ein veldig kona, ljóðaði aftanfyri frá Magnusi.

Næsta fríggjadag er Gekkurin tvær milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder