Innanlands

– Trúgvi framvegis uppá at samgongan heldur seg til greiðu avtaluna

Stytta arbeiðsvikan er ikki slept, sigur Ingilín Didriksen Strøm, sum tó hevði ynskt, at hon var komin uppá pláss áðrenn pensjónsmálið. Javnaðakvinnan gav onga ábending um, at hon fer at atkvøða ímóti pensjónsmálinum

Ingilín Didriksen Strøm helt røðu í tinginum fyri løtu síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Ingilín Didriksen Strøm helt røðu í tinginum fyri løtu síðani (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-23 12:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

- Vit hava ikki slept styttu arbeiðsvikuni. Hon skal styttast.

Tað segði Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin í røðu sínari fyri løtu síðani.

– Eg trúgvi sjálvandi framvegis uppá, at samgongan heldur seg til greiðu avtaluna í samgonguskajlinum, segði hon. Annars er eingin samgonga, legði hon afturat.

Ingilín Didriksen Strøm gav onga ábending um, at hon fer at atkvøða ímóti uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin. Men hon hevði ynskt, at stytta arbeiðsvikan varð komin uppá pláss fyrst.

– Um eg bestemmaði sjálv, so hevði eg kravt tað. Men tað geri eg ikki.

Hoyr eisini: Løgmaður trýr framvegis uppá bæði málini

Liljan Weihe hevur gjørt greitt, at hon fer at atkvøða málinum. Harvið hevur samgonguna ikki ráð til, at onkur annar "fer frá avtaluni".

Sí eisini: Liljan er ímóti pensjónsmálinum - royna at trýsta tað ígjøgnum fyri tunnilsmálið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder