Uttanlands

– Tollurin hjá Trump fær stórar avleiðingar fyri samhandilin

Tað sigur ES-handilskommisserurin, Maros Sefcovic sum er vónbrotin av ætlanunum hjá Donald Trump um at leggja ein toll á 30 prosent á ES-vørur

Maros Sefcovic, ES-handilskommisserur (Mynd: EPA)

Maros Sefcovic, ES-handilskommisserur (Mynd: EPA)

2025-07-14 10:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hægri tollurin á 30 prosent, sum eftir ætlan verður lagdur á ES-vørur frá 1. august fer at fáa stórar avleiðingar fyri samhandilin millum ES og USA, sigur ES-handilskommisserurin, Maros Sefcovic.

USA og ES samráðast í løtuni um eina handilsavtalu, men amerikanski forsetin, Donald Trump hótti herfyri við at leggja toll á 30 prosent á vørur, sum verða innfluttar til USA úr ES frá 1. august, um eingin avtala er gjørd.

Tað er tó málið hjá ES at fáa eina avtalu í lag, og hevur sambandið millum USA og ES uppiborið eina loysn, sigur Sefcovic.

– Eg fari at tosa við mínar amerikonsku samstarvsfelagar seinni í dag. Tí eg kann ikki ímynda mær at fara úr samráðingunum uttan at hava gjørt eina veruliga roynd.

Hann leggur afturat, at hann er vónbrotin av fráboðanini hjá amerikanska forsetanum um, at hann ætlar at leggja 30 prosent á ES-vørur.

– Eg hevði varhugan av, at vit vóru nær við at fáa eitt gott úrslit fyri báðar partar. Eg eri sjálvandi vónbrotin um fráboðanina, tí hon skapar ein nýggjan dynamikk.

Hann sigur, at ES skal vera fyrireikað til allar støður - eisini til at umhugsa hóskandi aftursvar, um hetta verður neyðugt.

Les eisini: ES útsett tollaftursvar fyri at samráðast við USA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder