Uttanlands

– Talan var um yvirgang

Mett verður, at talan er um eitt málrættað álop á avstralskar jødar

Mal Lanyon, politikommisserur á tíðindafundi í dag (Mynd: EPA)

Mal Lanyon, politikommisserur á tíðindafundi í dag (Mynd: EPA)

2025-12-14 12:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan metir, at skottilburðurin á strondini Bondi í Avstralia í morgun var eitt yvirgangsálop, upplýsti avstralska løgreglan seint fyrrapartin okkara tíð.

Tað eru fleiri orsakir til, at løgreglan kannar málið sum eitt møguligt yvirgangsálop.

M.a. tað at hetta fór fram á fyrsta degi av jødisku høgtíðini Hanukkah, sum m.a. varð hátíðarhaldin á Bondi-strondini, skrivar Ritzau.

Tað sama heldur avstralski forsætisráðharrin, Anthony Albanese, sum á tíðindafundi boðaði frá, at hann fer at gera sítt til at syrgja fyri trygdini hjá avstralskum jødum.

Fyrr í morgun varð boðað frá, at tíggju fólk høvdu latið lív, men talið er nú komið upp á 12. Talið á særdum er eisini komið upp á 29.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder