Innanlands

- Tað týdningarmesta fyri meg var alilógin

Henrik Old sigur, at tað týdningarmiklasta málið í hesum valskeiðnum fyri hansara viðkomandi longu er avgreitt

Henrik Old (Skermmynd, KvF)

Henrik Old (Skermmynd, KvF)

2018-10-01 17:47 Author image
Oda Strøm
placeholder

Heldur enn at harmast um ikki at sita sum landsstýrismaður longur, fegnast Henrik Old um tey átøk, ið leingi hava ligið og bíðað, men sum vórðu avgreidd, meðan hann hevur sitið sum landsstýrismaður.

Tað sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum í viðmerking til Portalin.  

- Eg hevði eitt, sum eg helt vera øgiliga umráðandi, tá skeiðið byrjaði, og tað var at tryggja, at alillaksurin, sum varð aldur í Suðuroynni, eisini varð virkaður í Suðuroynni. Og tað hava vit fingið við og staðfest í alilógina, og tað var tað vigtigasta fyri meg, soleiðis at tað húsið, sum hevur staðið á kaiini í Vági og pínt meg og nógv onnur í forferdiliga nógv ár, nú fyrsta dagin kann opna aftur til framleiðslu av laksi, sigur Henrik Old. 

Alilógin er nevniliga tillagað soleiðis, at stórar útbyggingar kunnu gerast í Suðuroy við teirri treyt, at laksurin eisini verður virkaður í Suðuroy. 

Hetta var eisini tað, ið løgmaður tók fram í skrivi sínum, tá ið hann fyrr í dag boðaði frá, at hann hevði loyst Henrik Old úr embætinum. 

- Henrik er suðringur. Umstøðurnar har hava havt hansara størsta áhuga, og tí hevur hann eisini annaðhvørt slóðað fyri ella stuðlað teimum mongu átøkum, sum henda samgongan hevur gjørt fyri at lætta um tær avbjóðingar, Suðuroyggin hevur.

Har kunnu nevnast at

  • Hvalbiartunnilin samtyktur og boðin út,
  • túratalið við Smyrli er økt,
  • ítróttarháskúlin er uppraðfestur og pengar eru játtaðir til bygning,
  • pengar eru settir av til eftirskúla á Tvøroyri, sum skal byrja næsta summar,
  • tveir serlæknar afturat eru settir við Suðuroyar Sjúkrahús,
  • FHS og búskaparbreyt eru boðin út í Hovi,
  • pedagogisk hjálparfólkaútbúgving byrjar í Hovi í januar,
  • samferðsluhavnin á Krambatanga er útbygd,
  • skjalasavn stovnað á Tvøroyri,
  • økispsykiatri er skipað í Suðuroy,
  • og, ikki minst, at alilógin er tillagað soleiðis, at stórar útbyggingar kunnu gerast í Suðuroy við teirri treyt, at laksurin eisini verður virkaður í Suðuroy.

- Eg tori at siga, at Suðuroyggin ongantíð hevur fingið so høga raðfesting sum farnu trý árini. Og hesum eigur Henrik sín stóra lut í. Tað hevur verið neyðugt, tí oyggin hevur ikki fingið nóg góðan lut í teirri framgongd, vit hava havt, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder