Innanlands

- Tað er ein svinghurðs-politikkur í Tinganesi

Man hurrar fólk út og inn gjøgnum hurðina - alt eftir hvat man tørvar uppi í tingsalinum. Tað ber brá av vantandi virðing fyri samansetingini, staðfestir Jóannes Eidesgaard, sum eisini undrast á, at "Djóni Nolsøe Joensen fer so glaðbeintur aftur í landsstýrissessin

Jóannes Eidesgaard staðfestir, at alt er vorið heldur rótut kring samgonguna. Samstundis eftirlýsir fyrrverandi formaðurin í Javnaðarflokkinum størri stoltleika frá Djóna Nolsøe Joensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóannes Eidesgaard staðfestir, at alt er vorið heldur rótut kring samgonguna. Samstundis eftirlýsir fyrrverandi formaðurin í Javnaðarflokkinum størri stoltleika frá Djóna Nolsøe Joensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-02 17:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Javnaðarflokkurin gjørdi fyrrapartin eina landsstýrisrokadu afturat - ein av teimum nærum óhgsandi mongu í hesum tingskeiðnum.

Sí eisini: Bert tvey av níggju verða í somu sessum - fleiri hava skift sess fleiri ferðir

Hetta var, tá Súsanna Bertholdsson bað um at verða loyst úr starvið sum landsstýriskvinna í barna- og útbúgvingarmálum - fyrst og fremst fyri at royna at tryggja, at fosturtøkumálið fer ígjøgnum.

Jóannes Eidesgaard var í tíðindunum á FM1 fyrr í dag. Fyrrverandi formaðurin í Javnaðarflokkinu og fyrrverandi løgmaður heldur lítið um, at tað verður tikið so lætt uppá landsstýrissessirnar:

 - Hetta er ein løgin støða. Nú er Tinganes blivin eitt sindur sovorit...man hevur ein sovornan svinghurðs-politikk. Man hurrar fólk út gjøgnum hurðina og inn gjøgnum hurðina - alt eftir hvat man tørvar uppi í tingsalinum. Tað ber brá av vantandi virðing fyri samansetingini í okkara parlamenti (...) tað styrkir ikki um virðingina fyri løgtingið og landsstýrið.

Jóannes Eidesgaard staðfestir, at alt er vorið heldur rótut. Samstundis eftirlýsir fyrrverandi formaðurin í Javnaðarflokkinum størri stoltleika frá Djóna Nolsøe Joensen, sum hevur tikið við sessinum hjá Súsannu Bertholdsen - eitt stórt samdøgur eftir at hansara tíðarskeið sum landsstýrismaður annars endaði.

- Um eg var í hansara støðu, so hevði eg havt somikið nógvan stoltleika, at varð eg frákoyrdur, so hevði eg ikki tikið sessin. Tað er nokso løgið at hann ger tað, tí hann situr við nærum 500 atkvøðum í tinginum, er ein sterkur løgtingslimur við góðum baklandið. Tað undrar meg, at Djóni Nolsøe Joensen fer so glaðbeintur út aftur - eftir at hann er uppsagdur. 

Harvið fer royndi politikkarin ikki beinleiðis væl við egna flokki, sum nú hevur gjørt hol í sjógvin. 

Hoyr alt her: Eidesgaard: Hetta er avtalað spæl

Formaður floksins og løgmaður staðfesti eisini fyri FM1 í dag, at hetta er vorið rótut

Talan var, í øllum førum alment, um eina avgerð hjá Súsonnu Bertholdsen sjálvari. Hoyr hennara úttsøgn her

Les eisini: 
Henrik Old: - Hetta uppskotið er langt frá javnaðarhugsjónini
- Slíkan løgmann við Miðflokkurin ikki samstarva við

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder