Mentan

– Syng ikki fyri teimum, sum drópu mín elskaða Jamal

Unnustan hjá saudiarabiska tíðindamanninum, Jamal Khashoggi, sum varð dripin í Istanbul í 2018, heitir á Justin Bieber um ikki at framføra í sambandi við Formil-1 í Saudiarabia í desember

Justin Bieber skal eftir ætlan framføra í Saudiarabia í desember í sambandi við Formil-1 (Mynd: EPA)

Justin Bieber skal eftir ætlan framføra í Saudiarabia í desember í sambandi við Formil-1 (Mynd: EPA)

2021-11-22 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í desember skal kanadiski sangarin, Justin Bieber, saman við fleiri øðrum kendum tónleikarum, framføra í sambandi við Formil-1 – Formula One Grand Prix í Jeddah í Saudiarabia.

Men Hatice Cengic, unnustan hjá saudiarabiska tíðindamanninum Jamal Khashoggi, sum varð dripin fyri trimum árum síðani, heitir á hann um at avlýsa framførsluna. Tað skriva fleiri altjóða miðlar.

Jamal Khashoggi varð dripin á saudiarabiska konsulátinum í turkiska býnum Istanbul í oktober 2018.

Hann var farin inn á konsulátið eftir nøkrum skjølum í sambandi við hjúnalag teirra. Men inni á konsulátinum bíðaðu saudiarabiskir agentar, sum kvaldu hann og hareftir parteraðu lík hansara, avdúkaði turkiska løgreglan. Fleiri agentar hava fingið longri fongsulsrevsing fyri at hava luttikið í drápinum.

Sambært amerikonsku loynitænastuni CIA, var tað saudiarabiski krúnprinsurin, Mohammed bin Salman, sum hevði givið boð um, at Khashoggi skuldi drepast.

Khashoggi var saudiarabiskur ríkisborgari, ið var búsitandi í USA. Hann var sera atfinningarsamur móti saudiarabiska krúnprinsinum og konginum, og tað kom m.a. fram í Washington Post, har hann var fastur viðmerkjari.

Í opnum brævi til Justin Bieber sigur Hatice Cengic, at sangarin kann senda eitt sterkt signal við at avlýsa sína framførslu, og hevur hann ein gyltan møguleika at vísa, at hansara navn og evnir ikki skulu brúkast til at bøta um umdømið hjá einum stýri, sum drepur tey, ið finnast at.

– Syng ikki fyri teimum, sum drópu mín elskaða Jamal, skrivar hon.

Human Rights Watch hevur eisini heitt á hini, sum standa til at skula framføra saman við Justin Bieber, um ikki at gera tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder