placeholder
Innanlands

- Størsti dómur fyri persónligt skattasvik í Føroyum

Ein maður skal gjalda 1,2 milliónir fyri skattasvik, og fyri seks ár av misbrotum fær maðurin eisini treytaða fongsulsrevsing

Ein maður svikaði í skatti seks ár á rað - fyri hetta fær hann eina stóra peningaliga revsing (Mynd: Sverri Egholm)

Ein maður svikaði í skatti seks ár á rað - fyri hetta fær hann eina stóra peningaliga revsing (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-17 13:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frá 2009 til 2014 gav maðurin ov lítið upp í skatti. Millum annað fjaldi hann
422.000 krónur fyri skattamynduleikunum í 2011. Fyri hetta er hann í Føroya Rætti dømdur at gjalda beint yvir eina millión í bót. Umframt hetta fekk maðurin treytaða fongsulsrevsing í níggju mánaðir. Hetta skrivar Kringvarpið.  

Tann ákærdi, og nú dømdi, játtaði seg sekan og hevur goldið skattin, ið hann skyldaði. Nú manglar hann at gjalda tað, sum hann svikaðu fyri, og tað eru 1,2 milliónir.

Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, sigur við Kringvarpið at hetta var eitt óvanliga stórt sakarmál, ið TAKS noyddist at lata løgregluni. Sambært Eyðun Mørkøre er hetta størsti dómur av sínum slag. Taks hevur samstarvað við útlendskar skattamyndurleikar í málinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder