Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag heitir á Eyðdis Hartmann Niclasen landsstýriskvinnu um at steðga innflutning og sølu av skøruni.
– Aftur í summar hava felagsskapir, kommunur og einstaklingar lagt nógva orku í at basa innræsnu skøruni, sum breiðir seg við miklari ferð og kann gera stóran skaða á okkara náttúru.
– Hetta er eitt tungt og drúgt arbeiði, og tá skøran fyrst hevur fest røtur, er hon tíverri sera trupul at sleppa av við. Tí er tað sera óheppið, at skøran enn í ár er til sølu í føroyskum handlum.
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag vísir á, at mann ikki øðrumegin kann brúka tíð, pengar og arbeiðsmegi upp á at basa eini innræsnari plantu - og hinumegin loyva, at sama planta framvegis verður innflutt og seld.
– Við okkara viðkvomu náttúru eiga vit at hava greiðar reglur fyri, hvørjar plantur kunnu innflytast til Føroya. Og skøran eigur at vera millum tær fyrstu, sum verða steðgaðar.
– Tí heita vit á landsstýriskvinnuna í náttúrumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, um at seta í verk kunngerð eftir náttúruverndarlógini um innræsnar plantur og steðga innflutninginum av skøruni, skrivar felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald