Innanlands

– Spennandi at sleppa til orðanna

– Eg haldi, at hetta er ein ordiliga góður møguleiki at koma til orðanna, samstundis sum eg síggi tað sum mína skyldu sum borgari í kommununi at luttaka, sigur Elisabeth M. Gaard, sum hóskvøldið verður ein av luttakarunum til pallborðsfund, sum verður á Skúlatrøð í Klaksvík

2021-10-20 14:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Klaksvíkar kommuna: – Spennandi at sleppa til orðanna.

Soleiðis sigur Elisabeth M. Gaard, sum hóskvøldið 21. oktober verður ein av luttakarunum til pallborðsfundin, sum verður á Skúlatrøð kl. 20:00.

Evnið er miðbýarmenning, og hugt verður bæði aftureftir og frameftir. Byrjað verður við eini framløgu, har Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, greiðir frá miðbýarætlanini, sum skjótt hevur 10 ár á baki. Síðani verður ein spennandi pallborðsfundur, har borgarar, politikkarar og onnur áhugaði fáa høvi at siga sína hugsan um miðbýarmenning.

Elisabeth M. Gaard, sum verður partur av panelinum, er borgari í miðbýnum, og brúkar tí miðbýarrúmið dagliga.

- Eg eri bæði spent og nervøs, tí hetta er ikki ein uppgáva, sum eg havi roynt serliga ofta, men eg haldi, at hetta er ein ordiliga góður møguleiki at koma til orðanna, samstundis sum eg síggi tað sum mína skyldu sum borgari í kommununi at luttaka, nú eg bleiv spurd um at verða ein partur av pallborðinum.

Elisabeth sigur, at hon saknar fleiri øki í miðbýnum, sum leggja upp til samveru og hugna. Eitt nú fleiri benkur, ruskíløt og fríøki, sum lýsa, at her er borgarin virkin.

- Eg eri greið yvir, at avbjóðingar eru við parkering, men eg haldi, at kjakið eisini eigur at snúgva seg um gongubreytir og framtíðar møguleikar við súkklubreytum í miðbýarøkinum.

- Miðbýurin eigur at skapa hugna, og tað meti eg, at vit náa við m.a. at skapa tryggar karmar til ferðslu. Og her hugsi eg eisini fyri tey, sum eru til gongu ella á súkklu.

Elisabeth sigur at enda, at hon vónar, at fleiri fólk luttaka, soleiðis at kjakið verður merkt av fleiri ymiskum sjónarmiðum.

Við pallborðið sita:

Gunvá við Keldu, politikkari
Ósbjørn Jacobsen, arkitektur
Mimmy Vágsheyg, vinnulívsfólk
Elisabeth Gaard, borgari
Rasmus S. Biskopstø, leiðari á Visit Vágar
Unnur Sjúrðardóttir, limur í Fólkaheilsuráðnum

Jóhann Lützen, stjóri á Norðlýsinum, verður orðstýrari.

Bjóðað verður eisini kaffi og okkurt leskiligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder