
– Slík støða kann als ikki góðtakast.
Tað segði Odd Rune Malterud, fráfarandi forsetin í NMF, sum er samstarvsfelagsskapurin hjá norðurlendsku maskinmeistarafeløgunum um málið um opna hekkuportið á Galaxy, tá seinni hálvárliga fundinum hjá NMF varð hildin í Malmø í vikuni.
– Her átti skiparin at hava sett seg í samband við (Sjóvinnustýrið). Hann átti at steðgað skipinum og fingið tað í rættlag aftur.
Odd Rune Malterud vísti, sambært heimasíðuni hjá Maskinmeistarafelagnum, á, at fleiri vanlukkur hava verið orsakað av júst hesum, og eigur slíkt ikki at henda aftur.
Les eisini: Nú tekur strandferðslan myndina í álvara
Les eisini: Skulu nú kanna handfaringina hjá Strandferðsluni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald