Eitt av teimum seks málunum, sum er fyri í Løgtinginum í dag, er "Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan" (Ásetingar um skipan av landsroyndum). Talan er um fyrstu viðgerð.
Djóni Nolsøe Joensen (C) legði málið fram. Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálinum legði dent á, at tað eftir tilmæli frá millum annað Fólkaskúlaráðnum er rætt at hyggja uppá tillagingar i sambandi við landsroyndir.
Sí meira um málið og uppskotið her
Ein ítøkilig roynd er tann í Náttúru og Tøkni hjá 4. flokki. Hesa vil Djóni Nolsøe Joensen ikki hava longur, og tað er bygt á ynski hjá nógvum øðrum í skipanini. Um hetta málið kemur ígjøgnum, so fellur hendan royndin hjá 4. flokki burtur.
![]()
Djóni Nolsøe Joensen á tingsins røðarapalli (Savnsmynd)
Sum heild tóku løgtingsfólk undir við, at man skal ansa sær ikki at leggja ov stóran dent á royndir og próvtøl ov tíðliga - eisini tey sum eru lærarar.
Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum vísti á, hetta ikki er vegurin at fara - tað leggur eitt óneyðuga stórt trýst á næmingar, og tað er ov nógv eftirlit við tí.
Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum helt fyri, at - Vit skulu hugsa um at byggja karakter hjá bønum heldur enn hyggja eftir karakterum.
Málið fer nú í Mentanarnevndina og kemur síðani aftur til 2. viðgerð um eina tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald