Uttanlands

– Sera úrtøkumiklar samráðingar millum USA og Ukraina

Tað er tó ein torfør uppgáva at finna eina loysn, ásannar amerikanski uttanríkismálaráðharrin

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio (Mynd: EPA)

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio (Mynd: EPA)

2025-12-01 07:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umboð fyri Ukraina og USA høvdu eina "sera úrtøkumiklan og gagnligan" fund í Florida sunnudagin.

Tað sigur amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio, sambært Ritzau. Hann leggur tó afturat, at samráðingarnar eru "skroypiligar".

Hann ásannar sambært CNN, at tað er ein torfør uppgáva at finna eina loysn, sum kann fáa ein enda á krígnum millum Ukraina og Russland og tryggja varandi vælferð í Ukraina.

Rubio leggur dent á, at Russland skal spæla ein trýðandi leiklík í einvørjari avtalu, sum verður gjørd um at enda kríggið.

Samráðingarnar í USA eru framhald av samráðingunum í Sveis í farnu viku, har eitt uppskot til friðaravtalu varð orðað.

Sambært amerikanska uttanríkismálaráðharranum er meira arbeiði eftir at gera, og fer serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff til Moskva í vikuni.

Amerikanski forsetin, Donald Trump var bjartskygdur, tá hann tosaði við journalistar umborð á amerikanska forsetaflogfarinum, Air Force One sunnudagin.

Tað gongur framá við samráðingunum, og eru góðir møguleikar fyri at gera eina avtalu, segði hann.

– Ukraina hevur nakrar trupulleikar, men eg haldi, at Russland vil hava ein enda á hesum.

Rustem Umerov, fyrrverandi ukrainski verjumálaráðharrin, sum nú stendur á odda fyri ukrainska trygdarráðnum, var eisini jaligur um samráðingarnar, sum hann segði vóru "úrtøkumiklar og væleydnaðar".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder