- Sum onkur segði við meg: - Seks er komið fyri at verða
Soleiðis helt Sirið Stenberg fyri, tá forkvinnan í Tjóðvelið fekk orðið á tíðindafundinum í Tinganesi fyri løtu síðani.
Har løgdu hon og hinir samgongulimirnir fram broytingarnar í landsstýrinum, sum koma í gildi 1. desember.
Les eisini: Soleiðis síggja aðalráðini út frá 1. desember
Les tilmælið frá nýskipanarnevndini her
Farið verður úr søguliga høga talinum av landsstýrisfólki (9) og niður í seks. So lágt hevur tað ikki verið síðani samgonguna, sum sat frá vári í 1993 og undir eitt og eitt hálvt ár fram.
Hetta kemur av fyrsta tilmælinum hjá nýskipanarbólkinum, sum millum annað skal verða til at gera almenna geiran meira effektivan. Tað fer at spara umleið tjúgu milliónir yvir tíð.
- Tað er umráðandi at gera breiðar semjur, og her er breið politiskt semja um at fylgja tilmælunum og skera niður í talinum, segði Aksel V. Johannesen.
Les eisini: - Løgið at tað tók samgonguni næsta trý ár at finna útav hesum
Nú er avgjørt, hvussu umskipanin sær út, og hon merkir, at fleiri aðalráð á pappírinum síggja stór út. Uppá spurningin hjá Portalinum um hvørt hetta merkir eina broyting í stýrisskipan ella ikki - so tað fast vera seks landsstýrisfólk - svaraði løgmaður:
- Vit fara at hyggja uppá stýrisskipnarlógini í hesum sambandi.
Sum nú er, ásetir lógin frá 1994 bert, at tað í minsta lagi skulu verða tvey landsstýrsfólk umframt løgmann.
------------------------------------------------------
Soleiðis fer Føroya Landsstýri at síggja út frá 1. desember:
Løgmaður: Aksel V. Johannesen
Uttanríkismál (við millum annað umhvørvismálum): Sirið Stenberg
Fíggjarmál: Ruth Vang
Vinnumál - herundir fiskivinnumál: Eirikur í Jákupsstovu
Barna- og útbúgvingarmál: Súsanna Bertholdsen
Almanna- og heilsumál: Margit Stóra
Harvið er greitt, at Bjarni Kárason Petersen (Løgmálaráðið), Djóni Nolsøe Joensen (Barna- og Útbúgvingarmálið) og Jóhan Christiansen (Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið) skulu úr sínum sessum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald