Uttanlands

– Samráðingar við USA eru uppbyggjandi men ikki lættar

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-12-08 09:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samráðingarnar millum USA og Ukraina hava verið uppbyggjandi men tó ikki lættar, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

Partarnir hava verið savnaðir í amerikanska statinum Florida seinastu dagarnar at umrøða amerikanska uppskotið til friðarætlan millum Ukraina og Russland, sum nú hava verið í kríggi í nærum fýra ár.

Umboð fyri USA eru m.a. serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff og Jared Kushner, versonur amerikanska forsetan, Donald Trump, og leygardagin tosaði Zelenskyj við tær báðar.

– Amerikonsku umboðini kenna grundleggjandi støðuna hjá Ukraina. Samrøðan var uppbyggjandi, hóast hon ikki var løtt, segði Zelenskyj í videoupptøku sunnukvøldið sambært Reuters.

Í dag skal Zelenskyj hitta bretska forsætisráðharran, Keir Starmer; týska samveldiskanslaran, Friedrich Merz; og franska forsetan, Emmanuel Macron í bretska høvuðsstaðnum London.

Macron hevur frammanundan boðað frá, at Ukraina kann líta á teirra óvikandi stuðul, og er neyðugt at halda fram at leggja trýst á Russland fyri at tvinga landið til frið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder