Innanlands

– Saman við MEGD megna vit

– Er tað nakar, sum hevur ávirkað, hvussu vit øll hugsa og seta orð á tað at bera brek, so eru tað tit í MEGD, segði landsstýriskvinnan í almannamálum, tá hon fríggjadagin helt røðu í sambandi við 40 ára hátíðarhaldinum hjá MEGD

(Mynd: Almannamálaráðið)

(Mynd: Almannamálaráðið)

2021-10-25 07:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin hátíðarhelt MEGD, saman við sínum 24 limafeløgum, at tað eru 40 ár síðan, at meginfelagið varð stovnað.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, setti dagin, og handaði hon MEGD eina gávu.

– 40 ár er ikki 40 dagar, og nógv er broytt í samfelagnum hesi árini – til tað betra, segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Landsstýriskvinnan vísti á, at hugburður okkara er nógv broyttur hesi árini, og er tað nú ein sjálvfylgja at fólk, ið bera brek ella hava ymsar avbjóðingar, skulu hava eins góðar møguleikar at luttaka í samfelagslívinum, sum øll onnur.

– Er tað nakar, sum hevur ávirkað, hvussu vit øll hugsa og seta orð á tað at bera brek, so eru tað tit í MEGD. Navnabroytingin fyri nøkrum árum síðani ber vitnisburð um júst tað – hetta við at flyta seg frá forðingum yvir til tað, sum vit megna. Hetta stríðið er borið av einum sterkum virðisgrundarlagi um, at øll menniskju eiga somu rættindi til at liva og virka í øllum lutum av samfelagslívinum. Tí hevur tað eisini týdning hvussu vit umtala tað at bera brek.

Øll røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder