Uttanlands

– Russland ger alt fyri at tryggja, at einki kemur burturúr samráðingunum

Ukrainski forsetin finst at Russlandi, sum vil hava nýggjan samráðingarfund í Istanbul mánadagin

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-05-31 12:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland hevur skotið upp, at umboð fyri Russland og Ukraina hittast til nýggjar samráðingar í turkiska býnum Istanbul mánadagin 2. juni, og Russland hevur boðað frá, at tað aftur verður Vladimir Medinskilj, ráðgevi hjá russisku stjórnini, sum skal standa á odda fyri russisku sendinevndini.

Russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov segði fyrr í vikuni, at Russland hevur orðað eitt upprit, sum tekur hond um tað, sum sambært russum eru grundleggjandi orsakir til stríðið millum Russland og Ukraina, og eru russar til reiðar at leggja hetta fram fyri ukrainum.

Ukrainski verjumálaráðharrin, Rustem Umerov segði, at ukrainar eru sinnaðir at fara undir eitt nýtt samráðingarumfar og hoyra treytirnar hjá Russlandi fyri einari vápnahvíld.

Men Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj finst at Russlandi, sum sambært honum ikki veruliga ynskir, at nakað skal koma burturúr samráðingunum. Hann hevur áður funnist at Russlandi fyri ikki at senda umboð, sum hava heimild at taka týðandi avgerðir.

– Í yvir eina viku hava russar ikki kunnað lagt fram teirra sonevnda upprit, sum tey høvdu lovað at fyrireika.

– Skal fundurin geva meining, má tað vera ein greið dagsskrá, og samráðingarnar skulu fyrireikast ordiligt. Tíverri ger Russland alt, sum landið kann, fyri at tryggja, at næsti møguligi fundurin verður úrslitaleysur, sigur hann sambært Ritzau.

16. mai hittust umboð fyri Russland og Ukraina til samráðingar í Istanbul fyri fyrstu ferð í trý ár.

Undan fundinum hevði Zelenskyj boðað frá, at hann sjálvur ynskti at fara til Istanbul, og vónaði hann at sleppa at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin. Men Putin kom ikki til Turklands, og Zelenskyj luttók tí heldur ikki á fundinum. Í staðin fór hann til turkiska høvuðsstaðin Ankara, har hann hitti umboð fyri turkisku stjórnina.

Tað einasta, sum Russland og Ukraina sumdust um á fundinum í Istabul var eitt stórt fangabýti, sum varð avgreitt farna vikuskifti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder