
Russland er enn sinnað at hava fleiri samráðingar við Ukraina, men Russland hevur enn einki hoyrt frá Ukraina um eitt møguligt nýtt umfar av samráðingum millum londini.
Tað sigur Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini sambært russisku tíðindastovuni Tass.
– Vit hava fleiri ferðir sagt, á fleiri stigum, eisini á hægsta stigi, at vit bíða eftir einum ukrainskum uppskoti um tíðspunkt fyri eitt triðja samráðingarumfar millum Russland og Ukraina, sigur hann.
– Vit eru framvegis til reiðar. Vit hava enn ikki fingið nakað uppskot frá Ukraina.
Russland og Ukraina hava havt tvey samráðingarumfør í turkiska býnum Istanbul í ávikavist mai og juni, har tað er eydnast pørtunum at semjast um býti av fangum og deyðum herfólkum.
Ukraina hevur funnist at Russlandi fyri at senda umboð, sum ikki hava heimild at taka týðandi avgerðir um m.a. vápnahvíld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald