Uttanlands

– Russisk vápn innihalda vesturlendskt framleiddar lutir

Ukrainski forsetin vil hava revsitiltøk móti teimum, sum hjálpa Russlandi í krígnum

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-10-06 17:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vápnini, sum russar brúka í Ukraina innihalda lutir, sum eru gjørdir av útlendskum framleiðarum, m.a. framleiðarum úr Vesturheiminum, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

5. oktober varð boðað frá, at Russland leyp á Ukraina við yvir 50 rakettum og umleið 500 dronum, og tær innihalda um 100.688 lutir, sum eru framleiddir í útlondum.

Sambært Zelenskyj eru lutirnir framleiddir av fyritøkum í USA, Kina, Taivan, Stórabretlandi, Týskalndi, Sveis, Japan, Suðurkorea og Niðurlondum.

– Ukraina fyrireikar nýggj revsitiltøk móti teimum, sum hjálpa Russlandi og kríggj teirra, og vit hava latið víðari uppskot til at avmarka veitingarkervið, sigur Zelenskyj sambært Ritzau.

Les eisini: Russland sent 500 dronur og 50 rakettir yvir Ukraina í nátt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder