placeholder
Innanlands

- Ríkisfelagsskapurin fyllir onki í valstríðnum í Danmark

Joan Ólavsdóttir sigur, at tað verður umhvørvispolitikkur, pensjónsnýskipan og útlendingaøkið, sum fara at fylla í danska valstríðnum

(Mynd: Facebook)

(Mynd: Facebook)

2019-05-08 14:54 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Umhvørvispolitikkurin, pensjónsnýskipan, sum skal gera tað lættari fyri tey, sum eru niðurslitin av kroppsliga hørðum arbeiði, at fara á pensjón áðrenn onnur, og útlendingapolitikkur. 

Tað eru evnini, sum fara at viga nógv í danska valstríðnum til Fólkatingið, heldur Joan Ólavsdóttir, stjórnmálafrøðingur, sum arbeiðir í Fólkatinginum. Hon hevur áður eisini arbeitt fyri donsku sosialdemokratarnar, Sjúrð Skaale og Norðuratlansbólkin. Ríkisfelagsskapurin hevur onki at siga í valstríðnum. 

- Til fólkatingsval hevur internationalur politikkur og ríkisfelagsskapurin lítið at siga, kanska sæð burtur frá Arktiskt, sum er eitt politiskt aktuelt mál, ið hevur við Grønland at gera, sigur Joan Ólavsdóttir. Hinvegin fylla mál, sum viðkoma danskarum í dagligdegnum meira. Eitt nú hevur flokkurin Radikali Vinstri gjørt avtalu við bláa blokkin um pensjónsnýskipan, og at hettar verður sæð sum ein dyggur smeitur fyri Sosialdemokratarnar. Men reyði blokkurin stendur hóast alt til at vinna valið. 

- Blái blokkur stendur til at missa rættiliga nógv sambært veljarakanningunum. Faktiskt er tað ikki Vinstiflokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen, sum missir mest, men Danski Fólkaflokkurin, sum missir til teir nýggju flokkarnar, ið hava útlendingaøkið sum fokusøki, greiðir Joan Ólavsdóttir frá. 

Nye Borgerlige, ein nýggjur høgravendur útlendingaskeptiskur flokkur og Stram Kurs, flokkurin hjá víðgongda fremmandafíggingaliga Rasmus Paludan, ið millum annað hevur brent koranina alment, eru uppstillaðir til hetta fólkatingsvalið. Hvussu nógv fara nýggju flokkarnir at seta dagsskránna í valinum? 

- Tað er ilt at siga. Talan er um eitt serliga langt valstríð hesa ferð. Tað gagnar stóru flokkunum, sum hava meira orku og pengar at reka valstríð. Tað ger eisini, at siðbundnu flokkarnir hava møguleika at bjóða nýggju flokkunum av, sigur Joan Ólavsdóttir, sum vísir á, at nýggju flokkarnir á høgravonginum allíkavæl taka atkvøður frá Danska Fólkaflokkinum. 

- Tað sermerkir valið at talan er um 13 flokkar. Tað eru meira enn 30 ár, síðani so nógvir flokkar stillaðu upp, sigur Joan Ólavsdóttir at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder