Innanlands

– Rættarnevndin hevur skyldu til at gera sítt arbeiði

Tað er ikki rætt at akvøða fosturtøkumálið úr rættarnevndini, sigur Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, hóast freistin at skriva álit er farin uttan at minnilutin hevur undirskrivað álit sítt

Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, sum sjálv hevur verið við til at leggja uppskotið um broyting í fosturtøkulógini fram (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, sum sjálv hevur verið við til at leggja uppskotið um broyting í fosturtøkulógini fram (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-19 11:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er ikki rætt at atkvøða fosturtøkumálið úr rættarnevndini.

Tað sigur Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, sum seinastu seks vikurnar hevur viðgjørt uppskotið um at broyta fosturtøkulógina.

Uppskotið um at broyta fosturtøkulógina varð beint í rættarnevndina eftir fyrstu viðgerð 30. september, og hóast freistin at skriva álit er farin, er tað enn ikki komið úr nevndini.

Tríggir minnilutar hava latið síni álit inn, men enn vænta undirskriftir frá Helga Abrahamsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Rósu Tyril Gaardlykke, og Henrik Old, og tí kann málið ikki fara úr nevnd og víðari til aðru viðgerð.

Helgi Abrahamsen leggur tær tríggjar; Hervør Pálsdóttir, Ingilín D. Strøm og Kristianna Winther Poulsen undir at royna at skunda málið í gjøgnum, og ásannaði hann í Útvarpstíðindunum hjá Kringvarpinum herfyri, at hini fýra royna at drýggja tað.

– Vit fara ikki bara at hyggja at, meðan mann skundar eitt mál ígjøgnum, tí at mann skal hava atkvøðugreiðsluna, áðrenn mann ger eitt skifti í landsstýrinum, sigur hann og sipar til tey bæði landsstýrisfólkini, Bjarni Kárason Petersen og Djóni Nolsøe Joensen, sum fara aftur í tingið 1. desember, tá trý aðalráð fara í søguna.

Bjarni Kárason Petersen er fyri uppskotinum, og legði hann sjálvur eitt líknandi uppskot fram, sum tó fall í fjør við 15 atkvøðum fyri og 15 ímóti. Men støðan hjá Djóna Nolsøe Joensen er ógreið. Í viðmerking til in.fo mánadagin vildi hann ikki siga, hvør støða hansara var. Tí er ikki greitt, um meiriluti er fyri uppskotinum í løgtinginum eftir 1. desember.

Hervør Pálsdóttir vísir aftur, at hon roynir at skunda málið ígjøgnum, tí freistin er væl og virðiliga farin.

Í samrøðu við Dag og viku í gjárkvøldið segði hon eisini, at hóast hon ikki heldur tað vera rætt at atkvøða málið úr nevndini, kundi hon ikki svara uppá, um hon fer at gera tað.

– Eg haldi, at rættarnevndin hevur skyldu til at gera sítt arbeiði sambært tingskipanini, og tað hopi eg, at minnilutin eisini ætlar sær, segði hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder