Uttanlands

– Partar av friðarætlanini eru jaligir

Tað sigur ráðgevi hjá russiska forsetanum, sum váttar, at Russland hevur fingið eina dagførda útgávu av friðarætlanini hjá USA, og at russar og ukrainar hava fundast í Abu Dhabi, tó uttan at umrøða friðarætlanina

Jurij Usjakov, uttanríkispolitiskur ráðgevi hjá Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Jurij Usjakov, uttanríkispolitiskur ráðgevi hjá Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2025-11-26 13:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiska stjórnin hevur fingið nýggjastu útgávurnar av amerikanska uppskotinum fyri friðarætlan, sigur Jurij Usjakov, uttanríkispolitiskur ráðgevi hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin.

Um sjálva ætlanina sigur hann, at tað eru ávísir partar, sum eru jaligir, men nógvir aðrir skulu umrøðast nærri av serfrøðingum, sigur hann.

Hann váttar samstundis, at umboð fyri Russland og Ukraina hava fundast í Abu Dhabi, og at russar eisini hittu umboð fyri USA. Tað var tó ikki friðarætlanin, sum var á skránni tá, sigur hann sambært Ritzau.

– Nei, friðarætlanin varð ikki umrødd í Abu Dhabi. Friðarætlanin er ikki umrødd í smálutir.

Í staðin tosaðu russar og ukrainar um m.a. fangabýti.

Tað var í farnu viku, at USA legði fram eitt uppskot til friðaravtalu, sum innihelt fleiri ásetingar um, at Ukraina m.a. skal geva Russlandi Donbas-økið og lova ikki at innlima seg í Nato. Eftir fundir millum USA og Ukraina er ætlanin tó broytt nakað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder