
Føroyar eru eitt av heimsins tryggastu og mest framkomnu samfeløgum. Atgongd til streym, vatn, hita, samskifti og matvørur er ein sjálvfylgja. Broytta heimspolitiska støðan hevur tó við sær, at framkomna og talgilda samfelagið er viðbreknari enn áður, skriva Løgmálaráðið og Arbieðs- og brunaeftirlitið.
– Føroysku myndugleikarnir arbeiða longu málrættað við at tryggja, at føroyska tilbúgvingin er brynjað til at handfara møguligar kreppu- og tilbúgvingarstøður, ið kunnu ávirka grundleggjandi veitingarnar í samfelagnum.
– Í hesum sambandi hevur tað týdning, at allir borgarar hava ein virknan leiklut í at tryggja, at samfelagið kemur væl ígjøgnum eina møguliga kreppu- og tilbúgvingarstøðu.
Myndugleikarnir mæla til, at øll húski eru fyrireikað til at klára seg sjálvi í trý samdøgur, um ein kreppu- og tilbúgvingarstøða skuldi rakt. Endamálið við tilmælunum, sum kunnu lesast her, er at tryggja, at øll hava somu fatan av, hvat tað er, sum hevur týdning í einari møguligari kreppu- og tilbúgvingarstøðu, skrivaLøgmálaráðið og Arbeiðs- og brunaeftirlitið.
Tilmælini eru vegleiðandi og snúgva seg m.a. um at tryggja:
- At húski títt eigur nokk av mati og vatni til trý samdøgur - matur, sum kann halda seg í longri tíð uttan kulda- og frystiskáp.
- At títt húski eigur neyðugan heilivág, útgerð til fyrstahjálp og reinførisvøru til trý samdøgur
- At títt húski hevur møguleika fyri at taka ímóti boðum, at halda hitanum og at tendra ljós.
- At títt húski hevur eitt ella fleiri gjaldskort og eina minni upphædd av reiðum peningi liggjandi
- At títt húski hevur ein uppløddan orkubanka (powerbank), so streymur kann verða hildin á eitt nú fartelefonini í longri tíð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald