Innanlands

- Økingin í tilflytingini í 2018 skyldast útlendskum handverkarum

Hetta skrivar Johnny í Grótinum í einari Facebook-dagføring, har hann vísur á tøl frá Hagstovuni fyri til- og fráflyting seinastu árini.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-07-12 17:08 Author image
Agnar Prestá

Í dag kunnaði Hagstova Føroya um, at fólkatalið í Føroyum 1. juni var 51.783. Vit hava ongantíð verið so nógv, og talið hevur verið støðugt vaksandi síðani á vári í 2014.

Les meira:  Fólkatallið 1. juni var 51.783

Seinnapartin skrivaði Johnny á Grótinum, búskaparfrøðingur, á Facebook, m.a at vaksandi fólkatalið í fjør ikki var orsakað av, at føroyingar ið fara uttanlanda at lesa kom aftur - heldur er tað tí, at útlendingar koma hendavegin at arbeiða:  

- Í 2018 hendir ein broyting bæði í tilflyting og fráflyting. Fyri fyrstu ferð í nógv ár økist fráflytingin nú eitt vet úr sløk 1200 til sløk 1300, meðan tilflytingin økist við 200 úr 1643 til 1843. Sostatt økist nettotilflytingin við 102 persónum til 564. Men tað áhugaverda er samansetingin av tilflytingini, tí í 2018 hendir eitt lop í tilflytingini av persónum úr Evropa - fyriuttan Danmark og Norðurlond - við 225 persónum til 388 persónar. Hetta er mest sannlíkt handverkarar úr Eysturevropa, tí nógv tann størsti parturin av teim tilfluttu í 2018 eru (miðaldrandi) menn. Hetta sæst eisini aftur í løntakarasamansetingini, har talið av løntakarum við øðrum ríkisborgaraskapi økist úr 2,5-3% til sløk 5% nú við ársbyrjan 2019 

[object Object](Talva: Hagstova Føroya)

Johnny vísur á, at samlaða økingin í tilflytingini í 2018 var 200, men økingin í tilflytingini av monnum úr Eysturevropa var 225 í mun til árið fyri. Sostatt kann staðfestast, at vit í Føroyum fyri fyrstu ferð í nógv ár í 2018 høvdu eina lítla minking í afturflytingini av føroyingum til Føroya.

[object Object]

(Talva: Hagstova Føroya)
[object Object]
(Talva: Hagstova Føroya)

Búskaparfrøðingurin vísur á, at Føroyar ikki eru komin á mál við at fremja heildarætlanina frá 2013, ið millum annað snúði seg um at fáa steðgað fólkafráflytingini, og at fáa tey ungu heimaftur eftir loknan lesnað - serliga kvinnur. Hetta er, sambært Johnny í Grótinum, í ov lítlan mun hent, hóast at fráflytingin er minkað. Sum víst omanfyri, so er ein partur av tilflytarunum ikki føroyingar, og serliga í 2018 var hetta eyðsæð. Harvið merkir fólkavøksturin ikki í sær sjálvum, at ein rúgva av ungum føroyingum koma aftur.


[object Object]

placeholder
placeholder