Innanlands

– Óheimilað og skilaleys framferð hjá Umhvørvisstovuni

Kommunufelagið undrast á, at Umhvørvisstovan hevur gjørt beint ímóti tí, sum SEV heldur vera ráðiligt í sambandi við seinasta vindútboðnum

Eyðun Christiansen, stjóri í kommunufelagnum

Eyðun Christiansen, stjóri í kommunufelagnum

2021-04-17 15:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

SEV hevur víst á, at kemur ein nýggj vindmyllulund í Hoyvíkshaganum fer tað at seta óneyðuga stórt trýst á elveitingarskipanina, og verður talan um ein dýran umgang fyri brúkaran.

Elfelagið sigur, at tey bert fara at megna at taka ímóti 20 prosent av orkuni frá nýggja vindmyllulundini, hóast tey skulu rinda fyri 100 prosent, og hevur felagið fleiri ferðir funnist at Umhvørvisstovuni fyri at hava givið Vindrøkt loyvi at seta nýggjar vindmyllur upp á Gellingarkletti.

Eisini Kommunufelagið heldur, at Umhvørvisstovan er farin um mark við seinasta vindútboðnum.

Kommunufelagið sigur seg undrast á, at Umhvørvisstovan hevur gjørt beint ímóti tí, sum SEV heldur vera tekniskt og búskaparliga ráðiligt.

– Sum eigarar av SEV undrast vit stórliga á framferðina hjá Umhvørvisstovuni í málinum um vindútboð við Gellingarklett, sum bæði gongur ímóti ásetingum í elveitingarlógini og vanligum viti og skili.

– Hetta triðja stóra vindútboðið hjá Umhvørvisstovuni í meginøkinum kemur ov tíðliga og er á skeivum staði. Við at skúgva allan fakligan førleika til viks fyri at trýsta eitt vindútboð ígjøgnum og áleggja SEV og føroyska samfelagnum óneyðugar eykaútreiðslur, hevur Umhvørvisstovan í roynd og veru yvirtikið stýringina av SEV, sum er ogn hjá kommununum og Føroya fólki, skrivar felagið í skrivi, sum er sent miðlunum.

– Elorkuøkið hevur higartil verið stýrt eftir einum samstarvsleisti við grundarlagi í elveitingarlógini, sum kommunurnar og landsins myndugleikar vóru saman um at smíða.

– Umhvørvisstovan hevur nú slept samstarvsleistinum, og gongur harumframt beint ímóti tí, sum SEV meinar er tekniskt og búskaparliga ráðiligt, við m.a. at áleggja SEV at finna higartil ókendar loysnir til eina risa avbjóðing í eini lítlari avbyrgdari elskipan. Ein avbjóðing, sum ikki er teknisk ráðilig og sum noyðir SEV til at gera stórar íløgur, sum lítil og eingin nytta fæst burturúr fyrstu mongu árini, og sum soleiðis fer at dýrka elprísin óneyðugt.

Kommunufelagið heitir á landsstýrismannin í Umhvørvis- og vinnumálum um at bera so í bandi, at arbeiðs- og ábyrgdarbýtið í sambandi við útboð verður útint í samsvari við elveitingarlógina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder