– Nú er nóg mikið við boðum úr Washington til politikarar úr Venesuela.
Tað segði virkandi forsetin í suðuramerikanska landinum, Delcy Rodríguez í røðu fyri starvsfólkum í oljuvinnuni í Venesuela í gjár.
– Latið venesuelskan politik loysa okkara ymiskleikar og innanhýsis stríð. Nóg mikið við útlendskum valdsharrum segði hon sambært Ritzau.
Delcy Rodríguez var varaforseti undir Nicolás Maduro, sum fyrst í hesum mánaðinum varð tikin og fluttur til USA undir amerikanska álopinum á Venesuela. Maduro er nú í USA, har hann verður rættarsøktur fyri m.a. rusevnasmugling.
Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur verið sinnaður at samstarva við Rodríguez, so leingi stjórn hennara fylgir amerikonsku linjuni - serliga tá tað snýr seg um atgongd til virðismiklu undirgrundina hjá Venesuela.
Trump vil vera við, at hann hevur ræði á oljuvinnuni í Venesuela, og hevur hann kravt óavmarkaða atgongd til oljuna, sum hann vil hava amerikonsk oljufeløg at gera íløgur í.
Sambært Rodríguez fekk Venesuela í farnu viku 300 milliónir dollarar í sambandi við amerikanska sølu av venesuelskari olju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald