
Umsóknirnar um stuðul til gransking vóru fleiri enn nakrantíð í ár, og fleiri enn fimti hvør umsøkjari fekk noktandi svar.
Talið á umsóknum um stuðul til gransking í ár var 50. Søkt var um tilsamans 54,3 milliónir krónur. Men bert níggju verkætlanir fingu stuðul á tilsamans 9,2 milliónir krónur frá Granskingarráðnum.
Løgtingið hevur játtað níggju milliónir krónur til stuðul í ár - tað sama sum í fjør. Við avlop frá lidnum og steðgaðum verkætlanum, varð samlaða játtanin fyri 2025 9,2 milliónir krónur.
Les eisini: Níggju verkætlanir hava fingið játtað samanlagt yvir níggju milliónir
Bogi Bech Jensen, formaður í Faknevndini, ið ger av, hvør skal fáa stuðul til gransking, harmast um, at tað ikki bar til at játta fleiri umsóknir.
- Tað vóru nógvar góðar umsóknir, ið fingu noktandi svar. Játtanin á fíggjarlógini er alt ov lítil í mun til talið og góðskuna á umsóknum. Vit kundu lættliga og við góðari samvitsku játta tríggjar ferðir so nógv, sigur hann sambært heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.
- Um vit høvdu meira pengar, kundu vit sett eina rúgvu av hágóðsku gransking í gongd, sum vit nú ikki fáa.
Sambært Granskingarráðnum fingu 18 prosent av teimum, sum søktu um stuðul til gransking í ár, játtandi svar. Í fjør fingu 29 prosent stuðul, og árið fyri fingu 36 prosent av umsøkjarunum stuðul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald