Innanlands

- Njótið jólini uttan at smitta ommu ella abba

Bjarni á Steig mælir familjum, sum fáa vitjan uttanlands á jólum, um at halda seg í eini sosialari bløðru seks teir fyrstu dagarnar

Bjarni á Steig (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarni á Steig (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-14 14:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Myndugleikarnir hava vón um, at kravið til fólk, sum koma til Føroya á jólum, at halda seg heima til úrsliti av koronakanningini á sætta degi er tøkt, kann forða fyri at smittan av álvara fer at blóma upp heima hjá okkum eisini.

- Vit hava fingið fleiri dømi um, at fólk eru testað negativ við komu til landið, men so vísa seg at vera positiv á sætta degi, tí smittan hevur eina ávísa tilgerðartíð. Tí er kanningin við landamørkini ikki nøkur trygd, segði Bjarni á Steig, læknafrøðiligur ráðgevi á tíðindafundinum í dag.

Hann vísti á, at allarbest er, um fólk eisini hava tikið eina test tríggjar dagar undan fráferð til Føroya.

- Á tann hátt koma vit upp á teir tíggju dagarnar, sum er tíðarskeiðið, ið verður tilmælt sum trygg sóttarhaldstíð, segði Bjarni á Steig.

Danmark megnar ikki at testa øll
Men áheitanin um at koma við negativari test undan fráferð, verður ikki sett sum krav fil tey, sum koma til Føroya á jólum. Av teirri einfaldu orsøk, at trýstið á kanningarstøðini í Danmark í løtuni er so stórt, at tað ikki ber til at sleppa framat at fáa eina test.

- Vit høvdu ynskt at kunna sett tað sum krav, men valdu ikki at gera tað, tí landsstýrið ynskir ikki at forða landsmonnum at koma heim til Føroya á jólum, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður á tíðindafundinum.

Læknafrøðiligi ráðgevin vísti á, hvussu stóran týdning testin á sætta degi hevur, við av brúka danska sjóverjuskipið Thetis sum dømi. Thetis er vend aftur til Danmarkar eftir at smittan er brotin út umborð.

- Tá Thetis fór úr Danmark var tað við negativari test frá allari manningini. Men tað vísti seg at onkur kortini varð smittaður, og at smittan ikki breyt út fyrr enn nakrar dagar eftir fráferð. Nú eru fleiri umborð smittað, segði Bjarni á Steig.

Hvør familja - ein bløðra
Hann heitti á føroyskar familjur, serliga tær, sum fáa gestir uttanífrá á jólum, at halda seg í sokallaðari sosialari bløðru, t.d. innan fyri familjuna.

- Við bert at vera saman í familjuni seks teir fyrstu dagarnar. Ikki at vitja onnur uttan fyri “bløðruna” og bert lata ein persón í familjuni fara til handils, so eru sannlíkindi fyri, at smittan ikki breiðir seg óneyðuga, vísti Bjarni á Steig á.

Bjarni á Steig fegnaðist eisini um avgerðina hjá fólkakirkjuni um at avlýsa øll tiltøk í kirkjuni um jólini, og bæði hann og løgmaður vónaðu, at aðrar trúðarsamkomur fara at fylgja døminum hjá fólkakirkjuni.

- Søkið heldur jólafriðin innan fyri familjuna. Latið vera við at skifta adressu á jólum. Latið vera við at mingla. Og gerið tykkara til at halda jól uttan at omma og abbi gerast sjúk, ljóðaði áheitanin frá Bjarna á Steig. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder