Í Sunda kommunu eru stórar avbjóðingar av ferðsluviðurskiftunum, og borgarstjórin í kommununi, Eyðstein Zachariassen heitir nú alment á Landsverk um at gera nakað við trupulleikan.
– Í rúma tíð hevur Sunda kommuna áhaldandi víst á avbjóðingar av ferðsluviðurskiftum og ferðslutrygd í kommununi. Óteljandi fundir hava verið við Landsverk, men altíð hevur verið víst á, at eingin játtan er tøk, skrivar borgarstjórin í Sunda kommunu.
– Vegurin ígjøgnum Hvalvík hevur verið umrøddur, vegurin ígjøgnum Langasand og Haldórsvík hava verið umrøddir. Vegurin út til Oyrar hevur verið umrøddur. Ferðasambandið tvørtur um landsvegin í Hósvík og Hvalvík hava verið umrøddir. Ferðsluviðurskiftini við Streymin hava verið umrødd. Vegurin til Tjørnuvíkar, Saksunar og Gjaár hava verið umrøddir, og eisini tað stóra trýstið frá ferðavinnuni á hesum farleiðum.
– Svarið hevur ferð eftir ferð verðið, at Landsverk ikki hevur neyðuga játtan tøka, og tískil er akkurát einki hent á hesum vegastrekkjum. Ikki so frætt sum skeltir hevur tað eydnast okkum at fingið upp. Borgarar merkja økta trýstið og ferðina gjøgnum bygdirnar, og eisini eru Gjáarfólk munandi skerd, síðani Landsverk valdi at gera totalan stongsul av vegnum um Eiðisskarð sjey mánaðar um árið.
Eyðstein Zachariassen sigur, at verða farleiðirnar ígjøgnum og til bygdirnar í Sunda kommunu ikki raðfestar av landspolitiska mynduleikanum og Landsverk alt fyri eitt, verður neyðugt hjá kommununi at fremja ítøkilig átøk vegna trygdina og trivnaðin hjá borgarunum.
Borgarstjórin í Sunda kommunu heitir á landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum og leiðsluna í Landsverki um at koma á fund við kommununa at umrøða ferðsluviðurskiftini og fremja ítøkiligar loysnir alt fyri eitt.
Skrivið hjá borgarstjóranum, sum er lagt út á heimasíðuna hjá Sunda kommunu, kann lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald