– Eg var ikki stúrin um nakað. Mítt mál var bara at taka byrsuna frá honum og forða honum í at drepa ósek menniskju.
Soleiðis sigur 43 ára gamli grønmetiskeypmaðurin Ahmed al-Ahmed, sum tók tann eina álopsmannin av fótum undir skotálopinum á Bondi Beach í Avstralia fyri góðum tveimum vikum síðani.
Les eisini: Avstralia: 43 ára gamal maður kom til hjálpar
Í samrøðu við amerikanska miðilin CBS News greiðir hann frá, hvussu hann minnist hendingina.
Hann greiðir frá, hvussu hann leyp upp á ryggin á manninum, sló hann og bað hann tveita byrsuna frá sær.
– Eg kenni megi í kroppinum á mær. Eg vil ikki síggja fólk verða dripin frammanfyri mær. Eg vil ikki síggja blóð. Eg vil ikki hoyra byrsuna hjá honum. Eg vil ikki síggja fólk skríggja og biðja um hjálp. Sál mín biður meg gera tað. Alt í hjarta og heila mínum arbeiðir við at bjarga mannalívum, sigur hann.
Tilsamans 16 fólk lótu lív, tá tveir mans lótu skot av móti eini mannamúgvu, sum hátíðarhelt jødisku høgtíðina hanukkah á Bondi Beach nærindis Sydney 14. desember. Millum tey deyðu var tann eini álopsmaðurin.
Al-Ahmed varð sjálvur skotin og hevur síðani verið undir skurði. Sunnudagin varð hann útskrivaður av sjúkrahúsinum, skrivar Ritzau.
Á sjúkrahúsinum fekk hann handað ein kekk á 2,5 milliónir avstralskar dollarar, sum eru savnaðir inn til hansara gjøgnum heimasíðuna Gofundme. Upphæddin svarar til umleið 10,5 milliónir í okkara krónum.
Les eisini: Skotmenninir á Bondi Beach vóru væl fyrireikaðir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald