Innanlands

- Mentamálaráðið hevur fylgt samstarvsavtalum til fulnar

Rigmor Dam vónar, at byggiverkætlanin av skúladeplinum í Marknagili verður kannað

2019-01-21 12:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Rigmor Dam, fyrrverandi landsstýriskvinna í Mentamálum, sigur, at Mentamálaráðið til fulnar hevur fylgt teimum samstarvsavtalum og mannagongdum, sum eru vanligar í byggimálum hjá tí vanliga.

- Mín vón er, at at byggiverkætlanin av skúladeplinum í Marknagili verður kannað, so slíkt ikki endurtekur seg, skrivar Rigmor Dam í fráboðanini um at hon leggur frá sær sum landsstýriskvinna.

Les eisini: Rigmor Dam lagt frá sær sum landsstýriskvinna

Rigmor Dam heldur, at leikluturin hjá Landsverki, Samferðslumálaráðnum (fyrr Fíggjarmálaráðið), sum eftirlitsmyndugleiki yvir Landsverk, og Mentamálaráðið, sum hevur umbiðið hendan skúla, eigur at verða kannaður. Tað er fíggjarstýringin, leiðsluskipanin og ábyrgdarbýti, sum skal kannast, heldur fyrrverandi landsstýriskvinnan.

Les eisini: - Landsverk villleiddi landstýriskvinnuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder